Løgtingið eigur ikki at leggja seg út í verkfallið hjá pedagogunum longu nú. Tað er niðurstøðan hjá Vága Sambandsfelag, sum hevur havt fund um verkfalli.
– Vága Sambandsfelag virðir og verjir teir borgarar, ið hava ein serligan tørv og somuleiðis virða vit samráðingar og verkfalsrættin, sigur felagið. Men tey leggja afturat, at tey mæla frá at Løgtingið longu nú fer upp í málið, tí Sambandsflokkurin hevur altíð virt fakfelagsrørsluna og verkfalsrættin. Sostatt halda tey, at skipanin vit hava við samráðingum skal troytast heilt og fult, áðrenn Løgtingið fer í málið.
Tí heita tey á Bárð á Steig Nielsen Føroya løgmann um beinanvegin at geva Jørgin Niclasen, fíggjarmálaráðharra, ið varðar av samráðingunum tænastuboð um at taka samráðingar við Føroya Pedagogfelag upp aftur, kanska saman við semingsmonnunum. Og tey leggja dent á, at samráðingar skulu ikki slítast, fyrenn partarnir eru samdir um ein sáttmála.
Sambandsfólk í Vágum heita eisini Pedagogfelagið um at geva fleiri undantøk til tey veikastu ímeðan samráðingarnar fara fram.
Og at enda heita tey á løgmann um at geva Helgi Abrahamsen,landstýrismanni, boð um ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið.
– Samstundis vilja vit staðiliga heita á partarnar um, skjótast gjørligt, at finna eina semju, sigur Vága Sambandsfelag.