Vilja hava lidnar laksarættir

Tað er øktur eftirspurningur eftir lidnum laksavørum, sum fær Bakkafrost at økja um framleiðsluorkuna

 

 

Fyrr í dag boðaði Bakkafrost frá, at tey nú manna eina framleiðsluvakt afturat.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at hetta hevur verið ávegis í eina tíð, og at tað er eitt miðvíst søluarbeiði gjøgnum langa tíð, sum hevur borið økta eftirspurningin við sær.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Regin Jacobsen segði við Rás2 fyrr í dag.