Vilja hava Ólaf Ragnar at halda fram

Nógvir íslendingar vilja hava forsetan, Ólaf Ragnar Gímsson, at stilla uppaftur, tá forsetaval verður í Íslandi í summar.

Tey, sum styðja verandi forsetan, hava ta seinastu tíðina skipað fyri at savna undirskriftir frá fólki, sum vilja hava forsetan at taka eitt tørn afturat, og sambært fyrireikarunum hava umleið 28.000 fólk skrivað undir higartil.

Tað var í nýggjársrøðuni, at forsetin kom við einari ábending um, at hann kundi hugsað sær at havt betri tíð til persónlig áhugamál, og tað varð alt fyri eitt tulkað sum ein fráboðan um, at forsetin fer ikki at stilla upp á næsta vali.

Undirskriftarsavningin heldur fram eina viku afturat.