Analysa
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Skulu veljarakanningar á internetinum takast fyri fult, er tað ein stórur og greiður meiriluti í Føroya fólki, ið talar fyri eini liberalisering av rúsdrekkalógini í Føroyum.
Í veljarakanningini á Portalinum, kallað »Pulsurin«, hevur seinastu tvær vikurnar verið spurt, um tað skal vera loyvt at keypa øl og vín í handlunum.
Klokkan 11 í dag vóru 22.796 atkvøður skrásettar, og tá vísti lutfallið, at ein greiður meiriluti, 78 prosent, er fyri at liberalisera rúsdrekkalógina og loyva keypi av øl og víni í handlunum. Ein lítil minniluti, 21 prosent, hava svarað, at tey ikki halda at tað skal vera loyvt, meðan góð tvey prosent siga seg ikki vita.
Hetta kundi bent á, at tað er ein ávísur røringur millum fólk, har alsamt fleiri hella til, at tíðin er komin at liberalisera rúsdrekkalógina.
Ikki eftirfarandi
Talan er tó »bert« um eina kanning á internetinum. Sambært Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingi, er ein slík kanning tó ikki eftirfarandi.
Trupulleikin er sambært honum, at einki kontroll er við at ein slík kanning er umboðandi fyri fólkið. Eitt nú kann tað hugsast, at systemið verður pumpað upp av fólki, ið hevur atgongd til fleiri ymiskar teldur, og øðrum, ið við snildum kunnu atkvøða ferð eftir ferð við somu teldu.
Hinvegin er tað eisini lítið hugsandi at tað eldra – og meira afturhaldna – ættarliðið ger tað sama.
Áhugaverdur spurningur
Hóast henda veljarakanning ikki kann kallast umboðandi fyri fólkið í Føroyum, eru tølini áhugaverd.
Frá fyrsta degi kom lutfallið í atkvøðunum at liggja í somu legu, sum tað hevur gjørt mestsum alla tíðina. Tá talan er um internetkanningar, eru tað tó eisini í stóran mun yngru ættarliðini, ið hava atgongd til at atkvøða. Men eru tað jú ikki júst tey yngru ættarliðini, ið skulu búgva í landinum í framtíðini?
Harafturat skal havast í huga, at tað eru nógvir útisetar, ið lesa Portalin, og harvið gevur hetta eisini eitt ávíst útslag. Lutfallið av vitjanum innanlands liggur vanliga um 70 prosent av teimum gott 60.000 brúkarunum, ið vitja síðuna hvørja viku.
Hinvegin kunnu vit aftur spyrja, um tað ikki eru júst útisetarnar, vit royna at fáa at flyta aftur til Føroya?
Áhugavert hevði tí verið at tikið henda sama spurning við í eina komandi veljarakanning, har eftirlit var við um kanningin og umboðanin av fólkinum er eftirfarandi. Tá hevði spennandi verið at vita, um henda kanning vísti, at sama lutfall av fólkinum er fyri at liberalisera rúsdrekkalógina, ella lutfallið fall ein heilt annan veg.
Síðan hevði eisini verið áhugavert at kannað, um samsvar var millum Fólksins vilja og í hvønn mun hesi sjónarmiðini eru umboðað á Tingi.