Vit kunnu staðfesta, at eingin kvinna í øllumkongaríkinum hevur teir førleikarnar, sum skulu til fyri at røkja eitt leiðsluembæti hjá BankNordik, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini dámar ikki.
Í grein, hon vegna Javnstøðunevndini hevur sent bløðunum vísir hon á, at Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur ein triðing av Bank Nordik. Tað er sostatt Føroya Landsstýri og harvið Føroya fólk, bæði kvinnur og menn, sum er størsti partaeigarin. Óheppið og óhóskandi, at høvuðspartaeigarin fær so ússaliga umboðan í leiðsluni.
- Men vit kunnu so staðfesta, at eingin kvinna í øllum kongaríkinum hevur teir førleikarnar, sum skulu til fyri at røkja eitt leiðsluembæti hjá bankanum. Ella er tað tann eftirhondini vælkendi blindi vinkulin, sum hevur stungið skør og elvt til eina ónøktandi rekruttering, spyr hon.
Hon vísir á, at á heimasíðuni hjá Bank Nordik kann lesast undir yvirskriftini »Virðir«, at bankin er og vil vera framsøkin.
- Tilnevningin av nýggju stjórunum bendir á, at hetta framsókni ikki skal galda á starvsfólkaøki Bank Nordiks, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.