Vilja hava kvinnur at bjóða seg fram í Eysturoy

Tað er ringt at fáa kvinnurnar at stíga fram

Tað er ringt at fáa kvinnurnar at bjóða seg fram.

 

Tað er nú greitt, hvørji tey fyrstu fýra valevnini eru, sum Tjóðveldi fer at stilla upp í Eysturoy.

 

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði uppstillingarfund í gjár, og tá komu fýra valevni á listan. Av teimum eru tríggir borgarstjórar, nevniliga Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, Jóhann Christansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði. Afturat teimum eru so Jóannes Eliasen í Leirvík, og lærari í Hoydølum, uppstillaður fyri Tjóðveldi.

 

Mest óvæntað er tað, at Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, stillar upp Fyri Tjóðveldi, tí tað er ikki meir enn ein mánaði síðani, at hann boðaði frá, at hann stillaði upp fyri Nýtt Sjálvstýrið, tí hann helt, at "stig fyri stig" leiðin hjá flokkinum fram ímóti sjálvstýri, var tann rætta.

 

 

Les eisini: Sonni á Horni stillar upp fyri Tjóðveldi

 

Les eisini: Hesin skal vera við til at bjarga skútuni

 

Hallur Ellingsgaard, formaður í økisfelagnum hjá Tjóðveldi í Eysturoy, sigur, at ímillum fimm og átta eysturoyingar skulu á listan hjá Tjóðveldi til løgtingsvali.

 

Higartil eru fýra menn á listanum, so hann sigur, at tey fara at leggja dent á at fáa kvinnur á listan, tí tey stremba eftir at hava javnstøðu á listanum.

 

Men hann viðgongur, at tað vísir seg at vera ómetaliga torført at fáa kvinnur at bjóða seg fram.

 

Hann sigur, at nú fara tey at brúka summarið upp á at leita eftir kvinnuligum valevnum.

 

Ein afturvendandi spurningur er, um Tórbjørn Jacobsen fór at stilla upp aftur til løgtingsvalið hesa ferð.

 

Hallur Ellingsgaard staðfestur, at hann er ikki á listanum, og at tað er einki, sum talar fyri, at hann verður at síggja á listanum.

 

Og sjálvur staðfestur Tórbjørn Jacobsen tað er tilvitað, at hann ikki er á listanum, og at tað skal henda rættiliga nógv, skal tað broytast. Øll útlit eru fyri at eg ikki stilli upp, leggur hann afturat.