Fyri tveimum mánaðum síðan lat fyritøkan Gómagott upp eina kaffistova í hølunum har BankNordik fyrr helt til í miðbýnum.
Í kaffistovuni ber til at keypa vørurnar hjá fyritøkuni og njóta tær afturvið einum kaffimunni. Sum í so nógvum øðrum sølustøðum, so er sølan í løtuni merkt av, at fólk keypa gávur og annað til jóla.
Millum vørurnar hjá Gómagott er tað serliga ein vøra, ið er nógv eftirspurd.
- Vit selja øgiliga nógvar konfektir og konfekteskjur. Tær hava verið útseldar í næstan eina viku nú. Fólk senda tað sum gávur til familju og vinir í útlondum ella lata hvørjum øðrum lítlar gávur í desember. Í síðstu viku varð eg liðug við ein umgang av konfektum, ið eru nakrar hundrað eskjur. Longu dagin eftir varð útselt aftur, greiðir Kirstin Hammer, stjóri í Gómagott, frá.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at framleiða hesar søtur bitarnar. Nógv arbeiði liggur aftanfyri og tekur tað fleiri langar arbeiðsdagar áðrenn ein eskja er liðug.
- Tað tekur einar tíggju dagar at gera alla konfektirnar í einari eskju. Fyrst arbeiðir man við myrkari sjokolátu, so ljósari, so hvítari. Eg kann ikki arbeiða við øllum teimum ymisku sløgunum av sjokolátu samstundis. Og tá tekur man ikki hædd fyri, at onkran dagin arbeiðir man við marsipani og øðrum, greiðir Kirstin Hammer frá.