Klaksvík skal upp í oljuvinnuna!
Tað heldur Fólkaflokkurin í býráðnum í Klaksvík.
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð, sum er mannaður við Gunvá við Keldu,
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Eyðstein Ó. Poulsen, Atla S. Justinussen og
Herfrí J. Sørensen, leggur nú uppskot fyri býráðið um at fáa Klaksvík upp í olju- og frálandavinnuna.
- Vit síggja meiri og meiri hvussu neyðugt tað er, at vinnan í framtíðini verður meiri fjøltáttað, siga tey fimm fólkafloksfólkini í býráðnum í Klaksvík
Í hesum sambandi hugsa tey um fólk við útbúgving, bæði tey, sum longu búgva í Klaksvík og tey, sum hava hug at flyta heim úr útlondum.
Tey halda, at tað er neyðugt, at hesi eru við til at menna kommununa og tí halda tey eisini, at tað var ein skeiv avgerð, tá ið Klaksvíkar Býráð á sinni gjørdi av, at tey skuldu ikki leggja dent á oljuvinnuna.
- Her eigur at verða vent aftur til bæði sjálva oljuvinnuna og ikki minst avleiddar vinnur, sum longu eru fleiri av í Klaksvík.
- Við hesum grundarlagi hava vit møguleika at økja um vinnugreinarnar, og við nýggjum vinnum koma longur á leið.
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð skjýtur tískil upp, at Vinnu- og mentanardeildin tekur stig til at savna klaksvíkingar sum arbeiða í olju- og frálandavinnuni.
- Endamálið er at fáa yvirlit yvir hvussu umstøðurnar til eina oljuvinnu eru í Klaksvík og, hvat er neyðugt at gera, fyri at Klaksvík kann gera seg galdandi í olju- og frálandavinnuni
- Á hesum grundarlagi, kunnu vit finna útav hvussu vit í Klaksvík fáa ein leiklut innan olju- og frálandavinnuna, siga tey fimm býráðsfólkini.
Tey staðfesta, at kommunan er framkomin og havnin er tann besta í landinum.
- Kommunan hevur lagt nógvan pening í at bøta um havnaviðurskiftini og vit hava eisini eina fjøld av fólki, við servitan á júst hesum økjum.
- Í oljulóggávuni eru krøv um, at flutningur til oljuvinnuna av farmi og fólki, skal vera umvegis føroyskan kajkant.
- Sum kommuna eiga vit at útbyggja út til enn fleiri tættir í vinnulívinum, eins og vit eiga fleiri virkir í kommununi, sum kundu verið góðir veitarar bæði til olju- og frálandavinnuna, siga tey fimm fólkafloksfólkini í Klaksvíkar Býráði.