Vilja hava klóku heilarnar heimaftur

“Hví koma tey ungu ikki heimaftur eftir lokna útbúgving?” Hesin spurningurin hevur ofta verið settur tey seinnu árini, men langt hevur verið millum svarini. Nú kemur Yrkistænastan við sínum boði uppá, hvussu fleiri av væl lærdu føroyingunum kunnu fáast heimaftur. - Men tann avgerandi avbjóðingin er, um vit hava nóg nógv at bjóða teimum her á landi, staðfestir Terji á Lakjuni frá Stuðulsstovninum

Tænasta: - Hví hoyra vit einki úr okkara egna landi?

Henda spurningin hava mong lesandi uttan iva sett sær tey seinastu mongu árini.

Tey fáa í heilum teldupost frá útlendskum fyritøkum við fyrispurningum, um tey eru áhugað í onkrum starvi. Men er eingin áhugi í Føroyum fyri teirra kunnleika?

- Jú, siga teir fýra stigtakararnir til nýggju tænastuna. - Nú skal, og nú ER vend komin í!

Hesir fýra stigtakararnir - Uttanríkisráðið, Stuðulsstovnurin, Meginfelag Føroyskra Studenta og Vinnuhúsið - fara nú at gera sítt til, at teir lesandi føroyingarnir fáa møguleika at søkja størv í heimlandinum. Tosað hevur verið nógv um “brain-drain” (heila-flýggjan, blaðm.), men soleiðis skal ikki verða longur.

- Nú fáa allir arbeiðsgevarar í Føroyum eitt tilboð um at venda sær beinleiðis til tey sum eru undir útbúgving, siga umboðini fyri stigtakararnar - Barbara á Tjaldrafløtti frá Uttanríkisráðnum, Emil Sørensen og Terji á Lakjuni frá Stuðulsstovninum og Gordon Rajani frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Tænastan byrjaði at virka mánadagin í farnu viku. Longu nú hava tey fingið fimm umsóknir.


Trupult at koma aftur

Hetta átakið frá teimum fýra stigtakarunum tekur í roynd og veru støði í eini kanning, sum Stuðulsstovnurin gjørdi fyri trimum árum síðani, í samráði við grannalond okkara.

Kanningin vísti greitt, at tað koma alt ov fá fólk heimaftur, í mun til tey sum fara í onnur lond at lesa. Úrslitið vísti greitt ta skeivu gongdina:

62 prosent av føroyska ungdóminum lesa aðrastaðni enn í Føroyum. Tað vil so aftur siga, at vit senda 2/3 av ungdóminum í onnur lond, meðan grannalond okkara senda bert millum 2 og 8 prosent avstað.

Spurt varð eisini um, hvussu mong teirra ið venda heimaftur eftir lokna útbúgving. Her gjørdist greitt, at bert 43 prosent av teimum koma aftur til Føroyar.

- Hetta vísir okkum, at vit senda 62 prosent av okkara ungdómi í onnur lond at lesa, og at bert ein sløk helvt av hesum kemur aftur hendavegin, greiðir Terji á Lakjuni frá.

Tað sum tey serliga bitu merki í, var at tey við eini útbúgving, sum vardi longri enn fimm ár, høvdu truplast við at koma aftur.

- Vit kundu so bert staðfesta, at tess longri tey eru burtur, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey ikki koma aftur. Tí er tað so umráðandi, at vit seta tiltøk í verk fyri at bøta um hetta, slær hann fast.

Júst hetta tiltakið við Yrkistænastuni er eitt stig á hesi leiðini.


Menna samfelagið

Í kanningini frá 2007 varð eisini spurt meiri nágreiniligt inn til, hví tey ikki koma heimaftur.

Ein av orsøkunum til, at føroyska samfelagið missir nógv klók høvd til onnur lond er snøgt sagt tann, at tey ungu festa røtur í landinum, sum tey lesa í.

Terji á Lakjuni vísir á, at tey lesandi fara burtur á ungum aldri, og tá kemur tað meiri enn so fyri, at tey finna sær ein maka og fáa børn saman, og taka avgerð um at búseta seg har.

- Sannlíkindini fyri at tey verða verandi uttanlanda, eru tí rættiliga stór. Tí er tað ein spurningur, um ein ikki átti at raðfest soleiðis, at fólk í størri mun kundu lisið her í Føroyum, sigur hann.

Hesi seinnu árini hevur verið nógv tosað um, at teir klóku føroysku heilarnir fara uttanlands, men at vit her á landi eisini hava brúk fyri teimum.

- Ja, fáa vit tey heimaftur, kunnu tey gera sítt til at hetta samfelagið kann verða ment uppaftur meiri og koma longur fram á leið, vísir Barbara á Tjaldrafløtti á. 


Fyritøkur ynskja hesi fólkini

Føroysku arbeiðsgevararnir fegnast um hesa nýggju tænastuna, sum fylgir eini gongd sum hevur verið tey seinastu árini.

- Fyritøkurnar í dag ynskja sær fólk við longri útbúgvingum, slær Gordon Rajani, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi fast.

Fyri tey er eingin ivi um, at henda nýggja tænastan fer at virka báðar vegir: Fyritøkurnar fara at fáa tey røttu fólkini í starv. Og tann útbúgvni løgfrøðingurin, verkfrøðingurin, búskaparfrøðingurin kann verða kunnaður beinleiðis um tey størvini sum eru leys.

At tørvur er á eini slíkari tænastu, sæst ikki minst aftur á undirtøkuni, sum henda hevur fingið bara ta fyrstu vikuna hon hevur verið tøk.

Yrkistænastan fór at virka mánadagin í farnu viku, og tá tey gjørdu støðuna upp seinnapartin fríggjadagin vóru longu fimm umsóknir komnar - harav onkur teirra er frá privatum arbeiðsgevara.

Hereftir fer tað at standa arbeiðsgevarum í boði at senda starvslýsingar sum vanligt í bløð og aðrar elektroniskar miðlar. Samstundis fer at bera til at senda eina leinkju við hesi starvslýsingini beinleiðis til tey lesandi, ið kundu hugsast at skula søkja eitt slíkt starv.

- Vit meta avgjørt, at arbeiðsgevararnir fara at brúka hesa tænastuna. Tað krevur so hinvegin, at teir eisini hugsa um henda møguleikan, tá søkt verður eftir kvalifiseraðum fólki, slær Gordon Rajani fast.

Ein annar stórur fyrimunur við hesi tænastuni er, at hon í roynd og veru hevur kostað sera lítið at ment.

- Skipanin kostar ikki nógv í peningi, men fyri okkum er eingin ivi um, at úrslitið fyri tað føroyska vinnulívið verður sera gott, sigur hann. 



Virkar væl

Eitt dømi um, hvussu væl skipanin kann virka er, tá søkt varð eftir málsviðgera í barnsburðarstarv til Sendistovu Føroya í London.

Vanliga er striltið at fáa umsóknir til tílík størv. Men tá hena skipanin varð nýtt, komu ikki færri enn 20 umsóknir inn.