- Okkara vón er, at Ingolf S. Olsen kemur inn aftur í løgtingi, tá ið árið er liðið.
Tað siga tey í Vága Tjóðveldisfelag.
Magni Arge hevur biðið um farloyvi í Fólkatinginum og sostatt tekur hann aftur sæti í Løgtingið, í hvussu so er tað, ið eftir er av árinum.
Tað merkir samstundis, at Ingolf S. Olsen, sum hevur sitið á tingi sum varamaður, nú fer úr Løgtinginum aftur.
- Tað kemur okkum í Vága Tjóðveldisfelag dátt við, at Ingolf S. Olsen, ið er einasta umboð úr Vágum fyri Tjóðveldi á Løgtingi, nú fyribils noyðist úr løgtinginum, sigur Vága Tjóðveldisfelag í almennari fráboðan í kvøld.
Tey vísa á, at Ingolf S. Olsen er framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum.
- Tí rakar hetta serliga meint, nú tá ið harðast fer at leika á í arbeiðinum at finna eina semju um fiskivinnunýskipan, leggja tey afturat.
Tey vísa eisini á, at Ingolf S. Olsen er skrivari í Føroya Fiskimannafelag og hevur eisini sitið í politiska fylgibólkinum hjá nýskipanarbólkinum.
- Tí er hann ein kapasitetur at hava við í arbeiðinum at smíða nýggja fiskivinnuskipan.
Tey siga, at tey eru ómetaliga hørm um støðuna.
- Okkara vón og staðiliga áheitan er, at Ingolf S. Olsen kemur inn aftur í løgtingi, tá ið árið er liðið, siga tey í Vága Tjóðveldisfelag.