Vilja hava Honnu Birnu til forsætisráðharra

Verða íslendingar spurdir, hvør av teimum politisku leiðarunum er best egnaður sum forsætisráðharri, fær Hanna Birna Kristjánsdóttir úr Sjálfstæðisflokkinum ta størstu undirtøkuna. Í einari meiningakanning, sum Viðskiptablaðið hevur gjørt, fær hon undirtøku frá 27,6 prosentum av teimum spurdu. Næstur henni er floksfelagi hennara Bjarni Benediktsson við 14,3 prosentum.

Bjarni Benediktsson er formaður í Sjálfstæðisflokkinum, men Hanna Birna Kristjánsdóttir fer at bjóða honum av á landsfundi floksins, sum verður í næstum.

12,5 prosent halda, at verandi forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttur, er best egnað at vera stjórnarleiðari, men 12,7 prosent vilja heldur hava floksfelaga hennara Guðbjart Hannesson. Tey næstu í røðini eru Steingrím J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, og Katrína Jakobsdóttur, mentamálaráðharri við 11,3 prosentum í part.