Vilja hava Hillary

Fleiri av teimum kendu kvinnunum í amerikanska film´ynum Hollywood siga, at tær vilja hava Hillary Clinton til forseta aftan á George W. Bush. Millum teirra, sum alment hava sagt seg stuðla Hillary, eru so kend nøvn sum Elizabeth Taylor, Jane Fonda, Sally Fields og Diane Keaton. Jane Fonda hevur fytt fýlst á, at Hillary Clinton atkvøddi fyri amerikonsku innrásini í Irak, men tá Hillary seinni valdi at venda sær ímóti Irak-politikkinum hjá Bush, gjørdist Jane Fonda ein av stuðlum hennara. Jane Fonda sigur við AP, at nú er stundin komin, at USA fær eina kvinnu í forsetaembætið.