Vilja hava hetta húsið til kommunulæknar í Havn

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sigur, at síðani kikarin varð settur á trotið á kommunulæknum í Havn, hevur Tórshavnar býráð lagt nógva orku í at útvega hóskandi høli til fleiri kommunulæknar.

 

Tað er landið, sum rindar lønirnar til kommunulæknarnar, men tað er ábyrgdin hjá kommununum at útvega hølini til læknarnar.

– Vit mugu ásanna, at kommunan hevur ikki røkt hesa uppgávu nóg væl, segði Annika Olsen síðst í november. 

 

Hon sipar bæði til tað, at tað mangla høli til kommunulæknar, og til tað, at summi av verandi viðtaluhølum eru ikki brúkilig longur, so nýggj høli mugu eisini útvegast fyri tey. Og ein orsøk til læknatrotið í Havn hevur nettupp verið, at ongi høli hava verið til taks, men tað hevur býráðið arbeitt við í eina tíð.

 

Ein loysn í eygsjón

Borgarstjórin væntaði at hava eina loysn um hálvan desember, men tað eydnaðist ikki. Men Annika Olsen sigur nú, at ein loysn er í eygsjón.

 

Hon sigur, at í hesum sambandi eru tey í býráðnum nú í samráðingum við Betri Samtakið um at leiga gróthúsið á Smyrilsvegi 20, har Brunatryggingin, og Almannaverkið, áður hava hildið til.

 

Hon sigur, at í allarnærmastu framtíð verður fundur aftur við Betri Samtakið, sum eigur húsið, og hon vónar, at leigumálið er avgreitt í næsta mánað.

 

– Í næsta mánað er endamálið at allar avgerðir eru tiknar, og so er klárt at innrættað húsið, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at í næstum fer hon á fund við allar kommunulæknarnar í Havn at viðgera støðuna, og at greiða teimum frá, hvørjar ætlanir, kommunan hevur á økinum. Tá fáa tey eisini høvi til at hoyra, hvørja meining, læknarnir hava um viðurskiftini.

 

Borgarstjórin sigur, at býráðið hevur fingið tilsøgn frá Betri um at fáa húsið til kommunulæknahøli, og í løtuni eru samráðingar við Betri-samtakið um leigutreytirnar.

 

Samstundis eru arkitektar farnir til verka at kanna eftir, hvussu húsið skal innrættast fyri at lúka krøvini til høli til til kommunulæknar.

 

– Tað er ein stórur og góður bygningur, sum eisini er í góðum standi, og skal tað vera, kunnu fleiri kommunulæknar húsast har, og tí hevði tað loyst at kalla allar hølistrupulleikarnar vit hava í sambandi við kommunulæknarnar, sigur borgarstjórin.

 

Umframt at hýsa einum nýggjum kommunulæknum, kunnu eisini teir báðir læknarnir, ið arbeiða ótíðarhóskandi hølum í læknaviðtaluni í Frúðutrøð, flyta inn hagar, sigur Annika Olsen.

 

Einki endamál at keypa

Borgarstjórin sigur, at talan er um at leiga húsið, ikki at keypa tað. Hon vísir á, at landsstýriskvinnan í heilsumálum er í ferð við at umskipa kommunulæknaskipanina, soleiðis at Landið eisini skal fáa ábyrgdina av kommunulæknahølunum.

 

– Tí haldi eg ikki, at tað er nakað endamál hjá kommununi at keypa húsið á Smyrilsvegi, sigur Annika Olsen.

 

Læknaviðurskifti er ein grundleggjandi tænasta til borgararnar, so læknaviðurskiftini mugu og skulu koma í rættlag, sigur hon.

 

Men Havnin veksur skjótt, tá ið hetta er avgreitt, eigur býráðið beinanvegin at fyrireika seg til at hýsa fleiri kommunulæknum, tí tað ganga ikki nógv ár, so er brúk fyri einum kommunulækna afturat í Havn, sigur hon.

 

Í mánadagsblaðnum skrivaðu vit um læknatrotið í Havn. 500 íbúgvar í Havnini hava ongan fastan kommunulækna. Les meiri í Sosialinum, sum kom út í gjár.