Vilja hava Helle men politikkin hjá Løkke

Orðaskiftið í Danmark um eftirlønina hevur ikki fingið danir at broyta hugsan um, hvønn teir vilja hava til forsætisráðharra aftan á komandi fólkatingsval. Ein kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, vísir, at 51 prosent vilja hava Helle Thorning-Schmidt til stjórnarleiðara, og 39 prosent vilja hava Lars Løkke Rasmussen at halda fram aftan á valið.

Ein onnur meiningakanning vísir, at fleiri danir eru fyri at taka eftirlønina av, soleiðis sum stjórnin ætlar, heldur enn at arbeiða meiri, soleiðis sum andstø´an ætlar. Við øðrum orðum vilja flestu danir hava búskaparpolitikkin hjá Lars Løkke Rasmussen, men teir vilja ikki hava hann til stjórnarleiðara.

Politiski viðmerkjarin Hans Engell sigur við TV2, at Lars Løkke Rasmussen noyðist at finna upp á okkurt fyri at blíva betur umtóktur, og Helle Thorning-Schmidt má gera sínar búskaparpolitisku ætlanir greiðari, um hon ætlar at vinna forsætisráðharrasessin.