Tað verður framvegis arbeitt við ætlanini um at stovna eitt fountain hús í Føroyum til sálarsjúk.
Og nú er í umbúna at brúka Heinesens Hús við Tinghúsvegin í Havn til Fountain hús.
Í øllum førum verður hetta hugsað sum ein fyribils loysn.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, váttar, at kommunan hevur fingið fyrispurning frá teimum, sum fyrireika Fountain húsið, um at fáa Heinesens Hús til endamálið.
Hann heldur, at hetta er mest hugsað sum ein fyribils loysn, til ein varandi loysn er funnin.
Hann sigur, at býráðið er vælviljað at lata húsið til endamálið.
Annars var ætlanin einaferð, at tað skuldi brúkast til rithøvundar og listafólk av ymsum slagi, sum komu til Havnar, at húsast í eitt tíðarskeið.
Men tað var ikki nógv brúkt og tað endaði við, at Tórshavnar Kommuna tók tað til umsiting.
Men nú er umsitingin flutt í nýggju umsitingarhølini hjá kommununi í gamla BankNordik bygninginum í miðbýnum, so Heinesens Hús stendur tómt í løtuni, sigur borgarstjórin.
- Vit hava umhugsað, hvat húsið skal brúkast til og tað kundi avgjørt verið spennandi at gjørt tað til eitt Fountain Hús, heldur borgarstjórin.
Á fíggjarlógini fyri í ár eru tvær milliónir settar av til Fountain hús, umframt at sjálvboðin hava savnað nakað av peningi saman.
Eitt Fountain Hús er eitt veristað og virkishús til sálarliga sjúk við tí endamáli at fyrireika tey til at verða sjálvbjargin í samfelagnum.
|