Vilja hava heilan hval

Føroya sjómannadagur ætlar sær aftur í ár at skera grind upp, men enn vantar teimum ein hval

Í 10 ár hevur Føroya Sjómannadagur víst teimum vitjandi, hvussu grind verður skorin upp. Umframt at vísa teimum vitjandi kynstrið, verður eisini greitt frá á enskum, soleiðis at útlendskir gestir eisini fáa fylgt við.

 

Í fjør eydnaðist í evstu løtu at fáa fatur á einum grindahvali, og nú tað av álvara styttist til sjómannadagin, eiga fyrireikararnir enn ongan hval til tiltakið.

 

Tí heitir Sjómannadagurin á eitt nú skip um at siga frá, um hesi fáa hval í trolið. Og sjálvandi er vónin eisini, at onkur grind leggur beinini, soleðis at tey í samstarvi við avvarðandi sýslumann kunnu fáa ein hval.