Skúlastríð
Skúlastýrið í Skopun tekur undir við foreldrunum í Skopun, sum vilja hava Ingun Simonsen, fyrstalærara, koyrdan frá.
Tað var í farnu viku, at stívliga tjúgu foreldur í Skopun skrivaðu Mentamálastýrinum bræv, har tey heittu á stýrið um at seta Ingun Simonsen frá.
Samstundis varð sama skriv sent skriv sent skúlastýrinum, sum viðgjørdi málið mikukvøldið.
Skúlastýrið tók málið upp, hóast sakførarin hjá fyrstalæraranum vísti á, at stýrið hevði ikki heimild at viðgera málið tí tað lá uttanfyri virkisøki hjá tí.
Av tí sama vildi Ingun Simonsen, sum er skrivari í skúlastýrinum, ikki at møta á fundinum.
Umframt Ingun Simonsen var tað ein eisini annar limur í skúlastýrinum, sum heldur ikki møtti, tað var ein lærari, sum umboðaði skúlan.
Men øll hini fimm, sum vóru á fundinum, samtyktu at taka undir við foreldrunum.
Uttanveltaðan fyrstalærara
Tey fimm limirnir í skúlastýrinum, sum møttu á fundi, samtyktu einmælt at skriva Mentamálastýrinum bræv, har tey vísa á, at tey taka undir við foreldrinum og mæla til at Ingun Simonsen verður sett frá sum fyrstilærari.
Men samstundis mæla tey til, at tann fyrstilærarin, sum verður settur, skal verða uttaneftir.
Sostatt mæla tey ikki til, at Sigurd Bærentsen, sum hevur verið nógv frammi í skúlastríðnum í Skopun, verður settur sum skúlaleiðari.
? Skúlastýrið heldur, at tað er frægast, at tað verður ein heilt uttanveltaður fyrstilærari, sum verður settur, fyri at fáa varandi arbeiðsfrið á skúlanum og í bygdini, siga vælvitandi keldur í Skopun.
Umframt Ingun Simonsen, var tað annars bara áðurnevndi Sigurd Bærentsen, ið søkti starvið sum fyrstilærari, tá ið tað varð sett í 1997.
Skúlastýrið innstillaði bara Sigurd Bærentsen til starvið, men Landsstýrið gjørdi av at seta Ingun Simonsen.
Síðani hava umfatandi samstarvstrupulleikar verið á skúlanum og tað endaði við, at Mentamálastýrið nýliga mælti til at flyta Sigurd Simonsen í annan skúla at arbeiða.
Tað skilst, at tað serliga var hetta, sum fekk foreldrini í Skopun at taka seg saman og at savna inn undirskriftirnar til Mentamálastýrið um at fáa Ingun Simonsen frá.










