Vilja hava hann at skifta meining

Jacob Vestergaard rennur ørindi fyri nakrar fáar reiðarar, sum einki leggja í føroysk arbeiðspláss

Tað er ógvuliga harmiligt, at okkara egni fiskimálaráðharri ikki vil ganga á odda móti sosialari dumping á okkara arbeiðsplássum á sjónum.

 

Tað heldur Sámal Poulsen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag.

 

Hann sipar til, at Jacob Vestergaard hevur staðfest, at hann tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at krevja, at allir fiskimenn við føroyskum skipum, skulu lønast eftir sáttmála við føroysku manningarfeløgini

 

Men Jacob Vestergaard vil ikki tryggja, at hesi arbeiðspláss verða javnsett við øll onnur føroysk arbeiðspláss, sigur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum.


 

Jacob Vestergaard heldur, at hetta er at gera seg inn á fría samráðingarrættin og samstundis sigur hann, at ivi kann vera um, hvussu hugtakið eitt manningarfelag, kann tulkast.

 

Hann heldur, at tað stendur øllum frítt fyri at stovna eitt felag og so kalla tað eitt manningarfelag.

 

- Eg haldi, at tað liggur ikki sørt av vanvirðing í tí, tá hann segði seg ivast í, hvør definisjónin upp á eitt føroyskt manningarfelag er.

 

- Samráðingarrætturin er ein rættur, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga, og halda teir hann vera hóttan, skulu teir nokk siga til. 


 

Sámal Poulsen afturvísir, at hetta hevur nakað sum helst við samráðingarrættin at gera.

 

- Hetta  snýr seg bara um, at sáttmálarnir, sum vit longu hava samrátt okkum til, verða galdandi umborð á øllum føroyskum fiskiskipum við føroyskum veiðirættindum, sigurhann.


 

Næstformaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at hann hevur tosað við nógvar reiðarar og teir taka allir undir við uppskotinum hjá Aksel Johannesen.

 

Samstundis kann hann veita vissu fyri, at eisini øll manningafeløgini taka undir við tí.

 

Sámal Poulsen vónar, at Jacob Vestergaard hugsar seg um av nýggjum og broytir støðu, so hann í sínum virki tænir allari tí føroysku fiskivinnuni, og ikki teimum sera fáu reiðarunum, ið onki leggja í føroysk arbeiðspláss, sum hann tekur til.

 

Les eisini: Vanvirðir føroyska Arbeiðsmegi