Vilja hava hálva milliard úr bankapakkanum

Eik Banki hevur søkt um at fáa 550 milliónir í sonevndum hybridum kjarnukapitali - Upphæddin vil styrkja útlánsvirksemi bankans og skal annars síggjast í ljósinum av útreiðslum, ið standast av Bankapakka I, ið tyngja solvensin. Beinleiðis kostnaðurin fyri luttøku í Bankapakka I er 134 mió kr. Afturat hesum veitir bankin trygd fyri tapum í øðrum bankum uppá 179 mió kr. Sosatt kann samlaði kostnaðurin fyri Bankapakka I gerast 313 mió kr., skrivar bankin á heimasíðu sínari.

Roknskapurin hjá Eik Banka fyri fyrsta ársfjórðing í ár er júst kunngjørdur, og vísir hesin eitt hall upp á 36,5 mió kr.

- Útlitini hjá Eik fyri restina av árinum eru broytt nakað í mun til tað, bankin boðaði frá í sambandi við ársroknskapin fyri 2008. Inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum gerast ætlandi uml. 30 mió kr. minni enn væntað, meðan útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting væntandi fara at halda. Samstundis fer Bankapakki II at tyngja úrslitið í ár við góðum 20 mió kr., soleiðis, at úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt fyri alt árið væntandi gerst uml. 300 mió kr. móti upprunaligu metingini uppá 350 mió kr., skrivar bankin á heimasíðuni.