Vilja hava hægri fólkapensjón alt fyri eitt

Landsfelag Pensjónista heitir nú á landsstýrið og løgtingið um beinanveg at hækka inntøkuna hjá lágløntum fólkapensjónistum.

- Inntøkan hjá hópi av fólkapensjónistum í Føroyum er ov lág og liggur undir fátækramarkinum hjá OECD.

- Sambært Hagstovu Føroya lá nettoinntøkan hjá stívliga 41% av støkum fólkapensjónum undir OECD fátækramarkinum í 2009 og her er Samhaldsfasti taldur við.

- Føroyska fátækra-markið varð í 2009 ásett at vera 117.519 krónur um árið.

- At fólkapensjónistar hava inntøku, ið liggur undir fátækramarkinum, merkir, at teir ikki hava møguleika at liva eitt vanligt gerandislív.

- Teir hava ikki ráð at keypa vanligar gerandisvørur og tænastur sum onnur í samfelagnum.

- Eitt nú røkkur inntøkan hjá nógvum pensjónistum ikki til internet, televarp, ella fartelefon og tey hava heldyr ikki ráð til at keypa gávur, at ferðast ell at hava bil.

Landsfelagið leggur afturat, at føroyskir fólkapensjónistar hav minni at liva av enn danskir fólkapensjónistar,

- Útrokningar hjá danska Skattaministeriinum vísa, at í fjør var inntøkan hjá pensjónistum við lægstu pensjón 660 krónur hægri um mánaðin eftir skatt, enn hon er hjá støkum fólkapensjónistum í Føroyum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.

Men harafturat vísir so ein kanning, at tað er 14% dýrari at liva í Føroyum og tað ger munin upp aftur at størri.