Nú verður roynt at gera Løgtingið grønt. Og eydnast tað, er væl hugsandi at í framtíðini verða tað fleiri almennir bygningar, sum eisini verða grønir.
Tað er ikki máling, vit tosa um, men orka.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, heldur, at Løgtingið eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi og tí eru tey nú farin undir at kanna í hvønn mun tað ber til at skifta miðstøðuhitan í tinghúsinum út við eina sólorkuskipan.
Hetta er ein spurningur, sum formansskapurin í Løgtinginum hevur arbeitt við í eina tíð.
Formansskapurin heldur, at skulu vit hugsa um grøna orku í Føroyum, eigur tað almenna at ganga undan og tað kundi ikki verið betri hóskandi enn at byrja við okkara fremsta, almenna bygning, sum er Løgtingshúsið.
- Tí eru vit samd um at kanna, um tað yvirhøvur ber til at seta sólorku upp í Løgtinginum
Fleiri bjóða seg fram
Hergeir Nielsen sigur, at fleiri orkuveitarar hava bjóðað seg fram at seta sólorku upp í løgtingshúsinum.
Og nú hevur formansskapurin so biðið Jarðfeingi gera sínar metingar av málinum.
- Vit avgjørt at biða sakkunnleikan kanna eftir um tað yvirhøvur loysir seg at seta sólorku upp í Løgtinginum ella um tað er nakað, sum er heilt burturvið.
Hann sigur, at tað skal sjálvsagt verða eitt lutfall ímillum íløguna, sum ein slík sólorkuskipan kostar og tað nyttuna, sum fæst burturúr.
- Tí er fyrsta stigið at kanna eftir, um hetta er nakað, sum loysir seg yvirhøvur við atliti av oljuprísi, Co2 útláti og so framvegis.
Hann sigur, at tí vil formansskapurin hava eina greiða mynd av støðuni og tá ið myndin er greið, verður gjørt av um hetta er nakað, sum tað loysir seg at fara víðari við.
- Men eg haldi, at tað er felags fyri alt Løgtingið at vit vilja ganga undan at fara yvir til grøna orku.
Løgtingsformaðurin sigur, at eydnast tað at gera Løgtingið orku-grønt, heldur hann avgjørt, at tað kann brúkast sum eitt fyridømi fyri aðrar almennar bygningar.
Í samsvar við Norðurlandaráðið
Annars hevur Norðurlandaráðið samtykt eitt uppskot frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um at heita á allar stjórnirnar í Norðurlondum um at í øllum almennum bygningum, sum verða bygdir, skal mist 30% av orkuni verða varandi orka og í longdini kann málsetningurin vera, at øll orka í almennum bygningum, skal vera grøn.
Men Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin at fáa grøna orku í Løgtingið, hevur onki við tað at gera, tí tað er eitt hugskot, sum formansskapurin er farin at arbeiða við av sínum eintingum.
Nú er Løgtingið mestsum alt spildurnýtt, bæði innan og uttan, men løgtingsformaðurin dugir ikki at siga um bygginevndin yvirhøvur hevur hugsað um grøna orku, tá ið arbeiðið varð gjørt.