Vilja hava gamlar revar aftur á listan

Bæði Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen standa á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni til løgtingsvalið. Listin verður endaliga avgreiddur í næstu viku

Løgtingsvalið 2004

Í Eysturoynni er líkt til, at gamlir revar eru á veg upp aftur í politikk.
Tað er uppstillingarfundurin hjá tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni týskvøldið ein ábending um.
Eftir fyrsta uppstillingarfund eru nevniliga bæði Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen á listanum hjá tjóðveldinum.
Hans Tausen Olsen hevur verið uppstillaður mangar ferðir og hann hevur eisini okkurt tíðarskeið verið á Tingi sum varamaður.
Meiri hugvekjandi er tað, at Signar á Brúnni umhugsar at stilla uppaftur.
Hann er annars gamal í garði í politikki.
Han varð fyrstu ferð valdur á ting fyri tjóðveldisflokkin í 1970 og sat til 1980. Tá vann Petur Reinert sessin, men í 1984, varð Signar á Brúnni afturvaldur.
Síðani hevur hann sitið á tingið, men í fjør stillaði hann ikki uppaftur.
Signar á Brúnni varð landsstýrismaður í mentamálum eftir valið í 1998, men máttu stutt eftir leggja frá sær, tí ivi var sáddur um heimildina at játta sjónvarpinum eina peningaupphædd.
Tá tók hann aftur sætið á tingi. Seinni varð hann reinsaði í eini kanning um málið, men til valið í 2002, stillaði hann ikki uppaftur.

Ikki endalig støða
Signar á Brúnni sigur, at hann hevur ikki endaliga játtað at vera á listanum. Hinvegin hevur hann heldur ikki borið seg undan.
Hann sigur, at hann fer at umghugsa støðuna og at geva endalig boð, áðrenn síðsta hond verður løgd á listan.
Hann sigur, at hann hevur ongantíð fingið so nógvar áheitanir um at stilla upp, sum hesuferð og tí umhugsar hann støðuna.
Men hann vil ikki siga, at hann kennir seg bundnan av teimum nógvu áheitanunum.
? Eg havi verið í politikki í nógv ár, og tað vildi ikki verið ónátúrligt at sagt, at tá ið eg hevði tikið meg aftur, so hevði eg tikið meg aftur.
Hans Tausen Olsen sigur, at hóast hann hevur verið uppstillaður mangar ferðir, er hetta fyrstu ferð, at hann hevur fingið so ítøkiligar áheitanir um at stilla upp og tað tekur hann til eftirtektar.
Annars liggur ongin taktikkur aftanfyri hetta, sigur hann, hóast hann býr á sama plássi sum løgtingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen.
? Tórbjørn Jacobsen og eg eri heilt hvør sín og eg haldi ikki, at eg fari at taka atkvøður frá honum. Heldur kundi tað verið, at eg og Signar fóru at taka atkvøður frá hvørjum øðrum, heldur Hans Tausen Olsen.
Hann hevur so ikki fingið varhugan av, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið hetta sum eina forðing.

Kapping er sunn
Hallur Ellingsgaard, formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag sigur, at listin verður ikki gjørdur fyri at draga ávís valevni framm ella fyri at leggja ávísum valevnum fótonglar í vegin.
? Tað ræður um at fáa so sterkan lista sum gjørligt fyri at draga so nógvar atkvøður til flokkin sum gjørligt og tí mugu øll valevni tola at fáa kapping, tí kapping ímillum valevnini er góð fyri listan.
Tí vónar og væntar hann eisini at fáa eindaligt játtilisi frá Signari á Brúnni.
Tað ljóðari annars, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið tað rættiliga illa upp
Men hetta afturvísir formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
? Tað var ein góður og siðiligur uppstillingrfundur og eg legði ikki merki til nakran illvilja frá Tórbirni Jacobsen, sigur Hallur Ellingsgaard.
Onnur valevni á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Eysturoy eru Olaf í Garði á Eiði, Anfinn Olsen í Søldafirði, Jòn Tyril í Gøtu, andrea Eldevig í Fuglafirði og Vilmund Jacobsen á Nesi.