Tjóðveldi og Framsókn vilja nú hava Løgtingið at taka støðu til, um Føroyar skulu taka fult ræði á okkara trygdarviðurskiftum, uttanríkismálum og verjumálum.
Tað er endamálið við uppskotið, teir báðir flokkarnir hava lagt fyri Løgtingið í dag.
Teir báðir flokkarnir vilja hava, at longu frá á nýggjárinum skulu vit taka ræði á okkara uttanríkisviðurskiftum.
Í hesum sambandi skulu føroyingar sjálvir umboða okkum í øllum altjóða viðurskiftum og felagsskapum.
Flokkarnir staðfesta, at ES-boykottið er bara eitt dømi afturat um, hvussu óvirðiligt og oyðileggjandi tað er, at ein onnur tjóð umboðar okkum og tekur avgerðirnar úti í heimi vegna føroyska fólkið.
- Og at øllum stendur greitt, at áhugamálini og avgerðirnar ganga beint ímóti føroyska samfelagnum.
Tjóðveldi og Framsókn staðfesta, at føroyska tjóðin má ikki enn einaferð leggja seg at krúpa og tosa okkara støðu burtur. Men tjóðin má reisa seg og taka fult ræði og ábyrgdina av okkara egnu viðurskiftum, sum tey málbera seg.
Í hesum sambandi siga Tjóðveldi og Framsókn, at uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005 hevur gyrt Føroyar uppaftur meira inni mótvegis umheiminum og hevur skert okkara møguleikar.
- Føroyar áttu sjálvsagt beinanvegin at kært handilstiltøkini hjá ES til heimshandilsfelagsskapin WTO, ella til EFTA-dómstólin, og vit áttu at røkt okkara egnu diplomatisku sambond við onnur lond, sum vit hava felags hugamál við.
- Tiltøk, sum tey hjá ES, høvdu neyvan komið fyri, um Føroyar vóru skipaðar sum sjálvstøðug tjóð.
Tjóðveldi og Framsókn vísa á, at seinastu tíggju árini eru nógv dømi um, hvussu føroyingar eru forðaðir í at vera við í millumtjóða virksemi:
- Limaskapur í Norðurlandaráðnum
- Limaskapur í EFTA og EBS
- At taka ræðið á loftrúminum
- Limaskapur í IOC (Altjóða Olympisku Nevndini)
- Limaskapur í WTO (Altjóða Heimshandilsfelagsskapinum)
- Limaskapur í Arktiska Ráðnum
- Limaskapur í Eurovision (altjóða tónleikasamstarvinum)
- Limaskapur í IWC (Altjóða Hvalaveiðinevndini)