Vilja hava frítíðarskúla á Tvøroyri

Tørvurin verður nú kannaður og so verður farið í holt við kommununa

Nú verða møguleikarnir kannaðir fyri at stovna frítíðarskúla á Tvøroyri.

Tað eru foreldur at smábørnum á Tvøroyri, sum hava tikið stig til hetta.

Tað eru nógv foreldur, sum seinastu tíðina hava merkt ein vaksandi tørv á einum frítíðarskúla í kommununi, og tey hava nú tikið ítøkilig stig til at fáa gongd á málið.

Fyrsta stigið er at kanna tørvin og í tí sambandi hava foreldrini at yvir 40 børnum í fyrsta flokki í ár, og fyrsta flokki komandi ár fingið spurnarblað sendandi.

Fyri ikki at gera kanningina ov umfatandi, eru tey yngru børnini ikki tikin uppí kanningina, hóast onkur stórur árgangur er har, sum eisini hevði fingið nyttu av einum frítíðarskúla.

Tá ið kanningin er liðug, verður farið at tosa við Byráðið um møguleikarnar fyri at stovna frítíðarskúla í kommununi.

Í spurnarblaðnum verða tey spurd, um tey hava tørv á einum frítíðarskúla til síni børn, har tey kundi verið undir tryggum umstøðum frá tí tey sleppa í skúlanum, til út á seinnapartin.


Mugu prógva tørvin

Hesi spurnarbløðini hava sett gongd á kjakið á Tvøroyri um frítíðarskúlan.

? Eftir prátinum á gøtuni at døma er ongin sum helst ivi um, at tað er stórur tørvur á frítíðarskúla í kommununi, sigur Hildur Fjørdal, sum er ein av stigtakaruum.

? Men tað eru alt ov fá spurnarbløð komin innaftur, so tað er trupult at prógva tørvin mótvegis kommununi, sigur hon.

Tí er tað neyðugt at fáa spurnarbløðini innaftur fyri at hava nakað ítøkiligt at halda um, táið tey fara at tosa við kommununa.

Stigtakararnir heita tí á foreldrini um at fylla spurnarbløðini út og at senda tey aftur.


Eru ov leingi einsamøll

Hildur Fjørdal sigur, at tørvurin á frítíðarskúla er stórur, tí hon veit dømi um foreldur, sum hava verið noydd at taka farloyvi frá arbeiði bæði eitt og tvey ár av tí sama.

? Tað eru eisini onnur foreldur, sum ikki kunnu arbeiða longur enn til miðdags, tí annars ganga børnini einsamøll allan seinnapartin.

? Trupulleikin er, at børnini sleppa sum oftast úr skúlanum fyri miðdag.

? Og tá ið foreldrini arbeiða, skulu tey so ganga einsamøll líka til klokkan fýra ella klokkan fimm seinnapartin.

? Og tað er ov leingi hjá so máum børnum at ganga einsamøll.

? Nú á døgum er støðan eisini tann, at eisini ommur og abbar arbeiða.

? Men tað kann eisini verða ov tungligt hjá ommum og abbum at hava børnini fast hvønn dag.

? Og tað er jú heldur ikki øll, sum hava ommu og abba.

? Tí er tað neyðugt at fáa ein frítíðarskúla, har børnini kunnu vera í tryggum hondum til út á seinnapartin.

Hesin frítíðarskúlin skal hest verða fyri børn í fyrsta til triðja flokk, men í øllum førum fyri børn í fyrsta og øðrum flokki.

Á Tvøroyri eru nógvir, góðir møguleikar at hava frítíðarskúla.

Hildur Fjørdal sigur, at tveir stórir skúlar eru í kommununi.

? Tað eru tó summi sum halda, at tað er óheppið at hava hann í sama høli, um vanligi skúlin, tí so føla børnini, at tey eru í skúla alla tíðina.

? Men so eru fleiri onnur høli, sum møguliga kunnu brúkast, bæði handverkarafelagið, Missiónshúsið og TB-Húsið fyri at nevna trý dømi.

Men tað hava stigtakararnir ikki tosa við avvarandi feløg um.

Stigtakararnir hava loddað dýpið hjá kommununi og har vísir tað seg at vera góður vilji at seta ein frítíðarskúla á stovn.

? Men teir vilja fegnir hava tøl á borðið fyri at staðfesta tørvin.

? Tí hevur tað týdning, at foreldrini senda spurnarbløðini innaftur, siga stigtakararnir.