Felagið Sinnisbati hevur ársaðalfund leygardagin 2. februar kl.15.00. Fundurin verður í Gula húsið Niels Finsensgøta 32.
1. Sjúkrarøktarfrøðingarnir Birita Clementsen, Oddbjørg Johansen og Marjun Biskupstøð greiða frá granskingarverkætlanini Sjúkuílegur innan psykiskar sjúkur hjá føroyingum.
2. Lítil steðgur
3. Aðalfundur við skrá sambært viðtøkum felagsins.
4. Kaffi og ábit
Fyri at fáa atkvøðurætt til aðalfundin mást tú gerast limur í felagnum innan 2. feb. 2013.
Sinnisbati er eitt áhugafelag, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki, ið hava sálarsjúku. Nøkur av endamálum felagsins eru:
1. at bøta um korini hjá fólki , ið hava sálarsjúku og teimum, ið hava fólk við sálarsjúku tætt uppat sær
2. at veita kunning um sálarsjúku kring landið
3. at fremja samstarv millum avvarðandi, stovnar, læknar og onnur, ið hava við fólk við sálarsjúku at gera í nærumhvørvinum
4. at stuðla fyribyrgjandi tiltøkum, gransking og øðrum, ið kann vera sálarheilsufremjandi
Støðan hjá sálarsjúkum og teirra avvarðandi er als ikki nøktandi í Føroyum í dag. Sinnisbati er felagið, ið roynir at tryggja, at røddin hjá hesum yvirsædda bólki í samfelag okkara verður hoyrd. Fyri at økja um ávirkanina hjá felagnum er tað av alstórum týdningi, at felagið veksur og fær fleiri limir, tí saman orka vit meira enn hvør sær. Nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman, t.d. ætla vit at streingja hart á fyri at fáa eitt føroyskt Fountain House sett á stovn skjótast gjørligt.