Vilja hava fólk at búgva í gomlu Havnini

Á býráðsfundi hóskvøldið kemur eitt sjáldsamt mál fyri á býráðsfundi í Havn, sum snýr seg um at seta bústaðarskyldu á eitt ávíst øki.

Á býráðsfundi hóskvøldið kemur eitt sjáldsamt mál fyri á býráðsfundi í Havn, sum snýr seg um at seta bústaðarskyldu á eitt ávíst øki.

 

Sambært Tórshavnar kommunu snýr málið seg um, at ein meiriluti í teknisku nevnd hevur heitt á býráðið um at kanna løgfrøðilig viðurskifti í sambandi við møguleikarnar at krevja bústaðarskyldu úti á Reyni og í miðbýnum í Havn, og samstundis at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selur í miðbýnum.

 

– Trupulleikin er, at tað finst ongin føroysk lóg, sum heimilar kommunum at áleggja bústaðarskyldu – í veruleikanum eru tað bara bøndur og prestar, sum hava bústaðarskyldu. Og tí má kommunan útvega lógarheimild frá landinum, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo

 

– Hetta er trupult at hava við at gera, tá bústaðarskylda er einasti máti at tryggja trivnaði í ávísum øki, sigur Heðin Mortensen.

 

Málið verður lagt fyri býráðsfundin hóskvøldið.