Vilja hava fleiri politistar at ansa eftir ferðsluni

Fleiri vilja eisini halda, at bøturnar skulu hækkast

Løgreglan skal gera meiri burtur úr at vísa seg á gøtuni og við at hava eftirlit við ferðsluni.

Næstan triðihvør bilførari í Føroyum heldur, at tað er besta vápnið ímóti teimum biførarum, sum hava lyndi til at traðka ov fast á speedaran.

Ein gallupkanning hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd vísir, at tveir triðingar av okkum koyra ov skjótt, tá ið vit koyra bil.

Men sama kanning vísir eisini, at 30 prosent av bilførarum halda, at besti mátin at fáa bilførarar at koyra lógliga, er at fáa fleiri politistar á gøtuna at ansa eftir ferðsluni.

Hinvegin halda 27 prosent av okkum, at besta vápnið er at seta sjálvvirkandi eftirlit upp ymsastaðni, sum skrásetir teir bilar, ið koyra ov skjótt.

Somuleiðis eru tað 19 prosent sum halda, at besti mátin er at hækka bótina fyri at koyra ov skjótt.

 

Trýst HER og les, hvat Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, heldur, at vit kunnu gera fyri at fáa bilførarar at koyra spakiligari.