Vilja hava fleiri pengar í búskapargrunnin

Arbeiðsgevarar vilja hava meiri pengar í hann, enn samgongan ætlar

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við ætlanini hjá samgonguni at broyta Búskapargrunnin.

 

Hann hevur annars virkað síðani 2011, men tað er avmarkað, hvussu nógvur peningur er komin í hann.

 

Peningurin, sum skal setast í grunnin, eru ymsar serinntøkur hjá landskassanum, eitt nú inntøkur av oljuvinnuni, inntøkur av einskiljingum og aðrar inntøkur Men nú er ætlanin at broyta grunnin, so at eisini ein fastur partur av avlopinum hjá landskassanum skal í grunnin.

Sostatt skulu 20 prosent av avlopinum í grunnin av tí avlopi, sum er undir 200 milliónir, og av avlopinum omanfyri 200 milliónir skal helvtin í búskapargrunnin.

 

Upprunaliga var ætlanin, at eisini inntøkurnar av tilfeingisgjøldum av øllum slagi eisini skuldi í grunnin, men tað varð seinni broytt: Og nú búskapargrunnurin skal umskipast, undrast Føroya Arbeiðsgevarafelag á, at samgongan ikki tað við aftur, at eisini inntøkurnar av tilfeingisgjøldunum skulu setast í grunnin, bæði tilfeingisgjøld av oljuvinnuni, fiskivinnuni, alivinnuni ella av jørð.

- Ein slík broyting hevði merkt, at inntøkurnar frá tilfeingis- og loyvisgjøldum ikki longur høvdu farið beinleiðis inn á fíggjarlógina til rakstur, men høvdu ístaðin partvíst endað sum ein uppsparing, soleiðis sum upprunaliga endamálið við búskapargrunninum var.

Og tað mælir felagið nú samgonguni til at gera, tí av natúrligum orsøkum sveiggja tilfeingisgjøldini illa, men verða tey sett í ein grunn, hevði tað ført til ein búskap, sum ikki sveiggjaði upp og niður, alt eftir, hvussu stórar inntøkurnar av tilfreingisgjaldinum vera.