Fyrireikararnir siga, at av tí at tað hevur gingið strilti at fáa konufólk at vera við, hava teir hesuferð eisini skipað fyri eini liðkapping fyri konufólk.
- Sostatt fara konufólk at kappast ímóti konufólki í hesi serligu liðkappingini, men tað verður eisini tær vanligu kappingarnar, har konufólk og mannfólk kappast ímóti hvørjum øðrum.
Kappast verður í fleiri aldursbólkum, heilt niður í 12 ár og uppeftir.
Tey yngru kappast í einum vektbólki og í einari kapping, men tey vaksnu kappast í
í fleiri vektbólkum og í fleiri kappingum.
Hjá teimum vaksnu verður úrslitið roknað út eftir kyni, aldri og vekt. Eftir einum serligum frymli
Tað merkir, at rør ein kvinna væl, kann hon saktans vinna á einum manni, hóast hon ikki rør eins skjótt.










