Fleiri kvinnur eiga at bjoða seg fram at stilla upp á kommunuvalið, sum verður um tveir mánaðir, nevniliga týsdagin 8. november
Tað heldur Demokratia, hvørs endamál er at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.
Demokratia vísir á, at í kommunustýrunum, sum núsita, eru bara 28 prosent kvinnur og 72 prosent eru menn.
- Sostatt er langt eftir enn á mál fyri at røkka javnstøðu í demokratiskari umboðan í kommunum.
Tey halda, at tað kann tykjast løgið, at tað eru so nógv, sum hava so lítið álit á, at kvinnur kunnu bjóða seg fram sum umboð fyri fólkaræðið.
Tað eru 30 kommunur í Føroyum og í summum kommunum stendur væl til við kynsbýtinum, eitt nú í Kvívík, Tórshavn, Vestmanna, Fámjin, Hov og Tvøroyri - og í Norðoyggjum hava allar kommunur javnt kynsbýti, uttan á Viðareiði
- Í trimum kommunum eru als ongar kvinnur, nevniliga í Hvalba, á Sandi og í Sumba.
Á Eiði, í Eysturkommuna, Fuglafirði, á Nesi, í Porkeri, í Runavík, í Sjóvar kommunu, í Sunda kommunu, í Vágs og Viðareiðis kommunu stendur illa til við kvinnuumboðan.
Men allarringast stendur til í Eysturoynni og í Vágum. Í allari Eysturoynni eru 42 mannligir kommunustýrislimir og bara níggju kvinnur - og har er heldur ongin kvinnuligur borgarstjóri.
- Í Vágum eru 15 mannligir kommunustýrislimir og bara tríggir kvinnuligir og tann eini av teimum er borgarstjóri.