Kommunurnar føla seg skúgvaðar til viks, tá ið landsstýrið og Løgtingið taka avgerðir, sum ávirka kommununal viðurskifti. Kommunurnar halda eisini, at tað er bara upp á kvamsvís, at landsstýrið sendir kommunufeløgunum mál til viðmerkingar, áðrenn tey verða sett í verk.
- Hoyringsfreistirnar eru so stuttar, at í veruleikanum er viljin til at gera nakrar broytinga, als ikki til staðar, staðfestir Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya á aðalfundinum í felagsskapinum leygardagin.
Tí er tað eisini nyttuleyst at gera viðmerkingar til tey ymsu málini.
Hann staðfestir, at hoyringfreistirnar eru ein stórur trupulleiki.
- Lógaruppskot koma ofta til hoyringar við sera stuttum freistum at tað er ógjørligt at gera kvalifiseraðar viðmerkingar.
- Verri er, at hesi uppskot verða ikki eftirkannaði á vanligan hátt í miðfyrisitingini.Tí eru tey mangan ófullfíggjað við tí úrsliti, at vandin fyri villum og ótilætlaðum avleiðingum eru stórar.
Hann leggur afturat, at tað kemur eisini ofta fyri, at lógir, sum ávirka fíggjarætlanirnar hjá kommununum, verða samtyktar seint um árið, at kommunurnar longu hava lagt sínar fíggjarætlanir.
Heðin Mortensen sigur, at stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya samtykti fyri kortum at heita á løgmann um at fáa betur skil í mannagongdirnar, tá íð mál verða send til hoyringar í sambandi við lóggávuarbeiðið hjá landsstýrinum.
- Í hesum sambandi fer Kommunusamskipan at skjóta upp at fáa í lag regluligar formligar fundir millum landsstýrið og Kommunusamskipanina, har greið avtala verður gjørd ímillum partarnar um politisk mál, ætlaðar broytingar, uppskot o.s.fr. sigur Heðin Mortensen.










