Vilja hava fleiri borgarstjórar í Havn

Nýggja samgongan ætlar sær at fáa løgtingið at broyta kommunulógina soleiðis, at tað ber til at seta fleiri borgarstjórar í starv í Tórshavnar kommunu.

 

Tað kom fram á tíðindafundi hjá nýggju samgonguni í Tórshavnar kommunu í morgun.

 

Tað sum samgongan kundi hugsað sær var, at til dømis 1. varaborgarstjórin varð settur í hávltíðarstarv. Tað hevði so merkt, at Gunvør Balle úr Tjóðveldi hevði verið í hálvtíaðrstarvi sum varaborgarstjóri.

 

Um politiskur vilji er í løgtinginum og landsstýrinum til tað er ivasamt. Fólkaflokkkurin nú situr við evsta valdi í Tórshavnar kommunu – bara við tveimum býráðssessum. Tí kann tað tykjast, sum um hetta er fyri, at Tjóðveldi fær eitt sindur størri vald í leiðsluni í Tórshavnar kommunu.

 

Hesin sami spurningur hevur verið frammi fyrr. Tað var hann, tá Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skipaðu samgongu eftir býráðsvalið í 2008. Tá var ynski hjá samgonguni, at tveir vararborgarstjórar vóru settir í starv. Men hesum noktaði innlendismálaráðið.