Sunnudagin sunnudagin var Ovara vøllur í Gundadali karmur um fótbóltstiltak, ið serliga var ætlað børnum hjá tilflytarum.
Endamálið var at geva børnunum møguleikan at hugna sær við fótbóltinum, samstundis sum foreldrini vórðu kunnað um, hvussu børn teirra kunnu verða limir í einum fótbóltsfelag, og soleiðis blíva partur av skipaða fótbóltinum í føroyum.
- Tiltakið eydnaðist sera væl. Eini 20 børn vóru við og tey hugnaðu sær avbera væl, sigur Andrass Thomsen, ið samskipaði tiltakið saman við Christinu Ravnsfjall,
Flestu føroysk børn eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgum, og tí er hetta ein týdningarmikil partur av uppvøkstri og trivnaðinum í Føroyum. Tí er tað ynskiligt, at eisini børn við hjá tilflytarum eru virkin í ítrótti.
Í norðurlondum er tað heilt vanligt, at børn og ung íðka ítrótt fyri at hugna sær og hava tað stuttligt. Men í nógvum øðrum londum er tað ikki so vanligt, tí nógvastaðni verður ítróttur at kalla bara íðkaður við kappingarendamáli.
Fótbóltssamband Føroya stóð fyri tiltakinum, ið var partur av #footballpeople og #equalgame vikuni hjá evropisku fótbóltssamgonguni, UEFA, sum var í síðsu viku.
Eftir ætlan verður skipað fyri einum líknandi tiltaki aftur næsta ár, tá nýggja kappingarárið byrjar, siga samskipararnir.