- Talan er um eitt rímiligt krevjandi starv, so tað hevði verið best at havt fleiri skikkaðar umsøkjarar at valt millum. Hetta er eitt serligt starv, bæði støddin, tað fíggjarliga og leiðslan. So vit lána okkum fjúrtan dagar aftrat fyri at vita, um tað ikki koma nakrar fleiri umsóknir.
Tað sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú kommunan hevur endurlýst starvið sum heilsu- og umsorganarstjóri í kommununi.
Trivnaðarstjórin vil ikki upplýsa nágreiniliga talið av umsøkjarum, men upplýsir, at tað vóru fleiri umsóknir til starvið.
- Vit fingu eitt rímiligt tal av umsøkjarum, og um hugt verður eftir tí formliga grundarlagnum, so eru tað umsøkjarar, ið hava røttu útbúgvingar og royndir. Vit mettu tó, at tað vóru ov fáir skikkaðir umsøkjarar, og ynsktu at hava fleiri at velja í, tá kallað verður inn til samrøðu. Freistin var eisini einans fjúrtan dagar, og er nokk orsøkin til, at vit ikki fingu fleiri skikkaðir umsøkjarar. So nú lýsa vit í fjúrtan dagar aftrat.
Tey, ið longu hava søkt starvið, hava fingið at vita, at tað ikki er neyðugt at søkja starvið av nýggjum, men at teirra umsóknir verða tiknar við í nýggju viðgerðini.