Vilja hava fleiri at søkja stjórastarvið

Starvið sum skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum er nú aftur lýst leyst at søkja, hóast umsóknarfreistin var úti mánadagin – og hóast 10 fólk hava søkt starvið.

 

Hanus Joensen, sum hevur verið stjóri í Tórshavnar kommunuskúla síðani 1997 og í samanlagda skúlanum, síðani Kommunuskúlin og Venjingarskúlin vórðu lagdir saman, er farin frá fyri aldur. Tí verður søkt eftir nýggjum stjóra.

 

Kunnað verður um, at Mentamálaráðið hevur gjørt av at endurlýsa starvið eftir skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum við freist 5. juli 2017.Mentamálaráðið ynskir fleiri umsóknir at velja ímillum, sigur Mentamálaráðið í fráboðan.

 

Les endurlýsingingina hjá Mentamálaráðnum her.