Á Viðareiði, sum liggur millum høg fjøll, bæði norðan fyri og sunnan fyri, er friðsælt og náttúruvakurt. Her er Ónagerði, sum er aldargamli prestagarðurin og kirkjan, sum er bygd í 1892. Undan hesar kirkjuni, hava í gamlari tíð eisini aðrar kirkjur staðið.
Viðoyggin eigur eitt av hægstu forbergum í Evropa - Enniberg - sum steyrrætt stingur seg 754 metrar upp úr havinum og er norðasta punt í Føroyum. Villingardalsfjall, sum liggur skamt sunnan fyri Enniberg, er 844 metrar høgt.
Villingardalsfjall er hægsta fjall í Norðoyggjum og triðhægsta fjall í Føroyum.
Um summarið er vanligt at gera gongutúrar út á Enniberg, og okkurt árið hava útbjóðarar eisini gjørt siglitúrar undir Ennibergi.
Borgarstjóri í Viðareiðis kommunu er Marita Sumberg, og hon fegnast um, at bygdin dregur fólk til sín, serliga í summarhálvuni.
- Vit hava fingið eitt nýtt spælipáss í skúlagarðinum, sum er opið fyri almenninginum eftir skúlatíð, og her ber væl til hjá familjum við børnum, sum vitja í bygdini, at stytta sær stundir, meðan børnini spæla.
Tá Viðareiðistunnilin varð bygdur fyri nøkrum árum síðan, og bygdin fekk eitt nógv betri samband við Hvannasund, vórði eisini tríggir stórar hyljar, nevndir Spónhyljar, grivnir á Viðareiði.
- Her eru gøtur og benkur, og her eru plantað trø, sum nú veruliga byrja at síggjast í umhvørvinum. Ljós eru sett upp við gøturnar, so her er rættiliga hugnaligt eitt vakurt kvøld.
Marita Sumberg vísir á, at ein familjutúrur í góðveðri við Spónhyljar við einari kaffikannu og onkrum til børnini saktans kann gerast hugnaligur.
- Men, vit mæla til, at børn ikki fara einsamøll oman her at spæla, tí onkustaðni í hyljunum er bleytari tilfar, men saman við foreldrum ella vaksnum er hetta eitt fantastiskt umhvørvi, sigur borgarstjórin.
Á Viðareiði er alment wc í gamla skúla niðri við kirkjuna, og alment wc skal eisini byggjast við Eiðsvík. Tá nýggja wc við Eiðsvík verður liðugt, sum eisini verður innrættað til fólk við serligum avbjóðingum, verða almenn wc í báðum endum av bygdini.
Marita Sumberg vísir á, at við Eiðisvík hevur kommunan eisini latið byggja fimm neystagrundir, sum fólk hava keypt og sjálvi fara at gera liðug.
- Tað er populert at hava bát við Eiðisvík. Her eru nøkur gomul neyst, og tá onnur eisini vístu seg at hava áhuga fyri at eiga neyst her, hevur kommunan bygt og selt fimm neystagrundir við Eiðsvík.
Borgarstjórin sigur, at Viðareiðis kommuna annars hevur samstarv við Hvannasunds kommunu um bátahavn, og gott og trygt er at ferðast millum bygdirnar her norðuri, síðan tunnilin kom.
Hóast lítið er bygt á Viðareiði seinnu árini, eru tað fleiri ung og onkur barnafamilja, sum spyrja eftir grundstykkjum í bygdini.
- Kommunan eigur tvey grundstykki, sum eru matrikulerað og altíð kunnu seljast fólki, ið ætla sær at seta búgv. Harumframt er nógv jørð á Viðareiði, sum eftir avtalu við festara, kommunu og Búnaðarstovu eisini kann søkjast um til sethúsabygging.
Borgarstjórin ásannar, at tey gjarna vilja hava fleiri at seta búgv á Viðareiði, og hon leggur aftrat, at fólk eru hjartaliga vælkomin á gátt til eitt prát um møguleikar.
##med2##












