Vilja hava felags stev

Leygardagin skluu venjaraar, dómarar og umboð fyri føroysku fótbóltsfeløgini sessast við fundarborðið. Endamálið er at finna eitt felags stev, sum føroyskur fótbóltur kann virka eftir

Fótbóltur

Dómaramistøk. Atburður hjá áskoðarum, venjarum og spælarum. Og sjálvandi eisini skrivaraborðsavgerðir.
Hetta hevur verið dagsskráin, nú nærum ein triðingur av ársins Formula-kapping er løgd aftur um bak. Og hetta er ein støða, sum FSF ikki uttan víðari vil lata standa við.

Í eini roynd at fáa meira jaligar vinklar inn á umrøðuna og fólkatosið annars um fótbóltin, hevur FSF tí sent dómarum, venjarum og umboðum fyri feløgini stevnu, har yvirskriftin eitur »Felags stev«.
Á fundinum verða ymisk viðurskifti viðgjørd - vónandi í positivum dialogi - og endamálið er so at finna eitt stev, har øll á sín hátt kunnu hjálpa til, soleiðis at fokusið í spælinum - og ikki minst hjá miðlunum - tey komandi 19 umførini verður vent móti sjálvum spælinum við bóltinum. Og ikki øllum møguligum øðrum faktorum, sum viðhvørt hava hug at tykjast avgerandi.