Oddamaðurin í felagsskapinum Sea Shepherd, Paul Watson, situr framvegis í varðhaldi hjá løgregluni í týska býnum Frankfurt, har hann varð handtikin sunnudagin.
Watson var í gjár í rættinum í Frankfurt í sambandi við, at myndugleikarnir í miðamerikanska landinum Costa Rica vilja hava hann útflýggjaðan. Dómarin gjørdi av, at Watson skal sita í varðhaldinum, til avgerð er tikin um, hvørt hann skal útflýggjast ella ikki.
Myndugleikarnir í Costa Rica vilja hava fatur á Paul Watson í sambandi við, at Sea Shepherd órógvaði hávaskip har fyri 10 árum síðani. Sambært fjølmiðlum í Costa Rica ætla myndugleikarnir har eisini at ákæra Watson fyri drápsroynd, men tey tíðiindini vil uttanríkisráðið hvørki vátta ella avsanna.










