Miðflokkurin vil nú hava Løgtingið at samtykkja, at landstýri skal áseta eitt føroyskt fátækramark. Tí hevur flokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa landsstýrið at rokna út, hvussu nógv eitt húsarhald í minsta lagið skal hava av pengum fyri at kunna liva eitt virðiligt lív.
Tá ið tað er roknað út, skal landsstýrið leggja uppskot fyri Løgtingið um at áseta tað við lóg, at ongin skal hava minni enn ta upphæddina at liva fyri.
Miðflokkurin staðfestir, at føroyska forsorgarlógin er frá sekstiárunum og er tí sera ótíðarhóskandi. Eitt nú ásetur hon, at fólk kunnu í mesta lagi fáa grundupphæddina í fólkapensjónini til at mat, klæðir og aðrar dagligar útreiðslur.
Men hendan uphædd hevur verið óbroytt í samfull 13 ár, men í sama tíðarskeiði er prísurin á mati og øðrum vørum hækkaðum eini 25 %.
Danir meta, at hevur tú ikki ráð til hetta, ert tú fátækur:
-at senda børnini til ítrótt
-at halda føðingardag,
-at eiga teldu, internet, sjónvarp ella fartelelefon.
Í Føroyum er ikki nøkur greið fatan av, hvat fátækradømi er, men Miðflokkutin staðfestir, at í kjakinum hevur verið spurt, um ein familja er fátøk:
-tá ið ráð ikki eru til egin sethús?
-tá ið ráð ikki eru til televarpið ella internet?
-tá ið ráð ikki eru til at keypa nýggj klæði?
-tá ið ráð ikki eru at fara til tannlæknan?
-tá ið ráð ikki eru at halda barnaføðingardagar ella jólaaftan?
-tá ið ráð ikki eru til at børnini kunnu hava frítíðarítriv sum kosta pening?
-tá ið ráð ikki eru til heitan mat hvønn dag?