Fleiri tinglimir vilja nú krevja av peningastovnunum, at teir taka telduskipanirnar, sum vórðu fluttar til Danmarkar í fjør, heim aftur. Tað kom fram í Løgtinginum í dag, nú eitt uppskot um at umleggja telduskipanina hjá Taks.
Samstundis er tað nú greitt, at tað fer at kosta landskassanum 15, 5 milliónir, at føroysku peningastovnarnir hava flutt sínar telduskipanir av Elektron til ein danskan veitara.
Tá varð greitt, at hetta kundi fáa avleiðingar fyri Taks, tí nú hevur Taks ikki longur peningastovnarnar at býta útreiðslurnar til Elektron við.
Tí verður neyðugt at umleggja telduskipanirnar hjá Taks og tað fer at kosta 25 milliónir.
Peningastovnarnir hava góðtikið at rinda 7,5 milliónir, Taks og Elektron fíggja tvær milliónir og eftir eru so 15,5 milliónir, landskassin skal rinda burturav.
Tinglimir úr fleiri flokkum nevndu í dag møguleikan at krevja, at peningastovnarnir flyta telduskipanirnar heim aftur.
Tað er samstundis greitt, at hetta er ein spurningur, sum fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fer at kanna nærri, nú hon fer at viðgera uppskotið at játtað 15,5 milliónir til Taks.
Her kann skoytast upp í, at Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at áleggja peningastovnunum at taka telduskipanirnar heim aftur.