Vilja hava føroyska fjølmiðlalóg

Landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið um at gera føroyska fjølmiðla?ábyrgdarlóg. Orsøkin er, at danska løgmálaráðið ikki vilja góðtaka broytingarnar, sum løgtingið vil hava í donsku lógini, áðrenn hon verður lýst í Føroyum

Landsstýrið fer nú at mæla til, at ein føroysk fjølmiðlaábyrgdarlóg verður gjørd.

Ætlanin hevur annars verið at lýsa donsku lógina fyri Føroyar, men danska løgmálaráðið hevur boðað frá, at tað vil ikki góðtaka tær broytingarnar, sum løgtingið krevur í donsku lógini, áðrenn hon skal lýsast í Føroyum.

Tí heldur landsstýrið, at rættast er at fara undir arbeiðið at gera eina føroyska lóg fyri fjølmiðlarnar.

Stríðið í málinum um donsku lógina er tann sokallaða fjølmiðlanevndin, sum skal setast á stovn í Føroyum. Hendan nevnd hevur til uppgávu at viðgera klagur frá fólki, sum halda seg verða illa viðfarnar av fjølmiðlunum.

Í Danmark eru átta limir í fjølmiðlanevndini, og javnvág er millum limirnar hjá fjølmiðlunum og hjá almenninginum. Løgtingið samtykti í 1997, at í føroysku fjølmiðlanevndini skulu fjølmiðlarnir bara eiga tveir av seks limum, meðan hinir limirnir verða umboð fyri almenningin.

Hetta vil løgmálaráðið ikki góðtaka, eins væl og tað heldur ikki vil góðtaka, at teir skulu gjalda fyri arbeiðið hjá nevndini. Í Danmark eru tað fjølmiðlarnir sjálvir, sum gjalda fyri nevndina.


Fyrireika uppskotið

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at hann í løtuni situr og fyrireikar eitt uppskot, sum fer at mæla til, at arbeiðið við at fáa donsku lógina lýsta í Føroyum verður steðgað. Ístaðin verður farið undir at gera eina føroyska fjølmiðlaábyrgdarlóg.

Metingin hevur annars verið, at fjølmiðlaábyrgdarlógin er danskt málsøki, men Høgni Hoydal heldur, at tað ber til at tosa fyri, at føroyingar sjálvir kunnu gera lóg fyri fjølmiðlarnar.

Tað heldur landsstýrið í hvussu so er vera best, nú løgmálaráðið ikki vil góðtaka broytingarnar hjá løgtinginum, og so er spurningurin um løgtingið hevur somu áskoðan.

Høgni Hoydal væntar, at hann verður liðugur við uppskotið hesa vikuna, og so skal tað leggjast fyri flokkarnar, áðrenn tað verður borið í løgtingið.