Vilja hava føroyingar at granska korona

Almennir stovnar og privatar fyritøkur hava latið stuðul til endamálið

Granskingarráðið hevur nú fingið eina pulju upp á 2,530 milliónir, sum verða markaðar til at granska korona.

Tí vilja tey nú hava granskarar í Føroyum til at taka avbjóðingina upp og at fara undir granskingarverkætlanir í sambandi við korona.

Í mesta lagi 500.000 krónur kunnu latast til hvørja einstaka verkætlan, sigur Granskingarráðið.

Stuðulin til granskingina á hesum øki kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri privatum fyritøkum. 

Korona farsóttin, sum herjar um allan heim, hevur heilt óvanligar avbjóðingar við sær, bæði á heilsuøkinum og fyri alt samfelagið. Umframt heilsuligu avleiðingarnar hevur farsóttin eisini vinnulig, búskaparlig, sosial og skipanarlig árin, sum vit enn ikki kenna til fulnar.

– Stórur tørvur er á meira vitan, sum kann  bøta um avleiðingar av farsóttini, og sum kann styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini, sigur Granskingarráðið.

Tær privatu fyritøkur, sum hava stuðlað granskingini, eru Poul Michelsen samtakið, sum hevur latið 500.000 krónur, Bank Nordik hevur latið eina millión og Tjaldur hevur latið 30.000 krónur. 

Men Granskingarráðið sigur, at fleiri fyritøkur hava boðað frá, at tær umhugsa at vera við, so meiri pengur fæst til granskingina.

Poul Michelsen sigur í eini viðmerking á Facebook, tey meta, at arbeiðið sum Granskingarráðið bjóðar sær til at stjórna, er eitt týdningarmikið átak, bæði sum eitt skjótt verjuátak, men eisini sum eitt átak, sum kann finna eina meira varandi loysn í stríðnum móti Korona.