Flestu íslendingar halda, at spurningurin um samráðingar við ES skal til fólkaatkvøðu, áðrenn umsóknin verður send til Bruxelles Tríggir fjórðingar av teimum íslendsku veljarunum halda, at stjórnin eigur at leggja uppskotið um samráðingar við ES út til fólkaatkvøðu.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Caparent Gallup hevur gjørt.
Fólk vórðu spurd, hvussu lítla ella stóra áherslu tey leggja á, at stjórnin spyr fólkið, áðrenn hon fer undir samráðingar við ES um limaskap.
76,3 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey leggja stóra áherslu á, at spurningurin kemur til fólkaatkvøðu fyrst. 17,8 prosent svaraðu, at tey leggja lítla ella als onga áherslu á spurningin, og 5,8 prosent hava onga hugsan um spurningin.
1.264 íslendingar vórðu spurdir í kanningini.









