Í morgun er umsitingin hjá Tórshavnar kommunu farin undir eitt átak fyri at fáa fleiri at brúka Bussleiðina.
Avtala er gjørd um eitt átak, sum tekur støði í miðlum, sum eru tætt við avgerðarstøðuna hjá møguligum bussferðandi. Boðskapurin byggir á positivar, logiskar og rationellar grundgevingar fyri at koyra við bussi.
Víst verður, at høga bensinprísin og spurningurin er tí, hví fólk ikki brúka bussin tá hann er ókeypis, og ein sleppur undan at hugsa um at finna sær eitt pláss at seta bilin á í miðbýnum.
Í sambandi við lýsingaátakið verður skipað ein kapping, har fólk noyðast inn í bussarnar fyri at luttaka. Góðir vinningar verða latnir. Flogseðlar verða býttir út í býnum, sum skulu fyllast út og latast inn í bussunum. Í hesum sambandi verður samstundis gjørd ein spurnakanning, sum skal lýsa, hvussu fólk brúka bussarnar.
Átakið byrjaði sum nevnt í morgun, nú Umhvørvisvikan júst er endað. Henda kampanjan varir næstu tríggjar vikurnar, og endar fríggjadagin 1. juni.