Um vikuskiftið luttóku um 260 fólk á Eldradegnum á Giljanesi, og tey hava sent út eina yvirlýsing.
Eldradagurin 2010 heitir á samgongu og andstøðu um sum skjótast at seta í gildi eldralóg, ið tryggjar teimum eldru nøkur grundleggjandi rættindi:? 
Heimabúgvandi eldri, ið  eru óhjálpin og hava ellisbrek, skulu hava lógarfestan rætt til nøktandi  heimahjálp frá tí almenna
Bíðitíð at fáa pláss á eldrabýli – eldrasambýli/ellis- og røktarheimi – má í mesta lagi vera tveir mánaðir (sum í øðrum norðanlondum)
Tey eldru skulu sjálvi  hava rætt til at gera av, hvar tey ynskja at búgva, og mugu ikki av almennum  myndugleikum verða flutt í nýggjan bústað móti sínum vilja.
Í yvirlýsingini frá Eldradegnum verður eisini sagt, at heimabúgvandi eldri fólk, sum hava tørv á heimahjálp, fáa í dag als ikki ta tænastu og hjálp, sum tey hava fyri neyðini. 
- Henda sjálvsagda vælferðartænasta má tískil ásetast við lóg, halda tey.
Bíðitíðin hjá eldri og óhjálpnum at fáa pláss á eldrabýlum alt, alt ov long. Landsins myndugleikar mugu tí við lóg tryggja, at eldri og óhjálpin fáa búpláss á eldrabýli innan rímiliga tíðarfreist.? ?Sjálvsavgerðarrættur teirra eldru má virðast, verður sagt í yvirlýsingini sum frá Eldradegnum, sum varð hildin á Giljanesi leygardagin..?Giljanes, hin 7. august 2010
Eldradagurin 2010
Landsfelag Pensjónista









