Nú Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samráðast um hvønn politikk teir skulu føra í eini møguligari samgongu, so kunnu vit nýta høvið at vísa teimum á hvat veljararnir halda teir skulu gera.
Fólkaflokkurin hevur tosað nógv um eina fólkatrygging og tað varð lagt fram áðrenn valið, men fall burtur, tá løgmaður skrivaði út val í ótíð.
Men hvat siga føroyingar til m.a. henda spurning. Í samband við tað veljarakanning, sum gjørd var undan valinum, vórðu veljararnir spurdir, hvussu pensjónirnar skulu skipast í framtíðini og svarið er púra greitt.
Nógv tann størsti parturin av teimum spurdu - nevniliga heili 51,7 prosent - svaraðu at pensjónirnar í framtíðini skulu skipast á solidariskum grundarlag.
Hinvegin segði ein knappur triðingur; tað svarar til 27,2 prosent, at tey vilja at pensjónirnar í framtíðini skulu skipast sum privatar tryggingar.
Og tað má sigast verða gott at hava í huga hjá teimum trimum flokkunum, sum nú sita kring samráðingarborðið.
Tað skal tó sigast, at uml. 21 prosent ikki hava tikið støðu til henda spurning, men hóast tað so er enn greiður meiriluti fyri at pensjónirnar skulu skipast á sama hátt sum í dag.
Almennu tænasturnar
Eisini varð spurt hvørja støðu veljararnir hava til hvussu tær almennu tænasturnar skulu skipast í framtíðini.
Her svaraði triðihvør, at tær almennu tænasturnar skulu halda fram sum higartil, 14 prosent svaraði at tær framhaldandi skulu verða almennar, men vit skulu lata brúkaragjald. 18 prosent av veljarunum svaraðu, at tær skulu leigast privatum fyritøkum og 10 prosent søgdu, at tær skulu seljast privatum fyritøkum.
Til henda spurning svaraði fjórði hvør veljari, at hann ikki hevur tikið støðu til spurningin.
Tað vil siga, at 46 prosent vilja varðveita skipanina sum hon er, meðan 28 prosent vilja hava at privatar fyritøkur skulu yvirtaka part av almennu tænastunum
Tað eru serliga veljararnir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkin og partvíst hjá Sjálvstýrisflokkinum sum vilja hava meiri privatiseringar, meðan tað eru veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum sum vilja hava at tær almennu tænasturnar skulu halda fram sum higartil.
Eisini vóru veljararnir spurdir hvørt teir hildu tað var rætt at stuðla vinnuni í arbeiðsloysisøkjum og her svaraður næstan 81 prosent, at tað er rætt at stuðla, meðan bert 12 prosent søgdu at tað var ikki rætt at stuðla.
Meira í týsdagsblaðnum
Í týsdagsblaðnum fara vit at gera meira við júst hesar spurningar.
Vit fara at gera meira útgreina tilfar um hvussu svarini býta seg á eitt nú aldursbólkar, útbúgvingar, flokkar og valdømir.
Men meir um tað týsdagin.










