Vit skulu hava trygd fyri, at tað nýstovnaða etiska ráðið hevur umboð úr øllum landinum.
Tað halda tey bæði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, og Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta eitt etiskt ráð, sum skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið hava ávirkan á lívið hjá menniskjum. Eftir ætlan skulu níggju limir vera í etiska ráðnum.
Umboðini hjá samgonguni í Trivnaðarnevndini, og Sonja Jógvansdóttir, sum er tingkvinna í sjálvdrátti, halda, at tað kann verða ein trupulleiki at tryggja óheftni í nevndini, men tey halda kortini, at tað fer at ganga.
Flokkarnir á Løgtingið skulu velja tríggjar limir í nevndina og tey halda, at samgonga og andstøða skulu hava hvør sín, og at formansskapurin skal velja tann triðja, halda tey.
Djóni Nolsøe Joensen. Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin heldur hinvegin, at Etiska Ráðið eisini skal eisini viðgera spurningar um náttúru og umhvørvi.
Hinvegin halda Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at ráðið er alt ov avmarkandi, bæði landafrøðiliga og yrkisliga, og samstundis halda tey, at vandi er fyri, at ráðið verður ov politiskt.
Í hesum sambandi vísa tey á, at landsstýrismaðurin á økinum, sum í løtuni er Sirið Stenberg, skal velja tvey av níggju umboðum. Og harafturat skal eitt umboð veljast eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, eitt umboð eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og eitt umboð eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Harumframt skulu tríggir limir veljast eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.
– Í ringasta føri kann hetta geva sitandi samgongu sjey, kanska átta av nevndarlimunum og sostatt fáa vit eina politisering, sum neyvan áður hevur sæð dagsins ljós, siga tey bæði tingfólkini úr andstøðuni
Tí vilja tey bæði hava, at heili 22 limir skulu vera í etiska ráðnum og tey skulu veljast so, at øll landafrøðiligu høvuðsøkini í Føroyum eru umboðað og í hesum sambandi skulu 18 limir í nevndini veljast eftir tilmæli frá Kommunufelagnum. Í hesum sambandi eru høvuðsøkini,norðurøkið, suðurøkið, miðøkið og vesturøkið.
Landsstýrið ætlar at tey, ið verða vald í ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti á virkisøkinum hjá ráðnum.
Men Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur halda eisini, at tað skal vera eitt krav, at tey, sum verða vald í ráðið eisini skulu hava innlit í átrúnaðarlig viðurskifti.









