Vilja hava eina loysn sum liggur mitt ímillum

Kommunusamskipan Føroya tekur ikki undir við, at barnaverndirnar kring landið, nú skulu verða landsnevndir, soleiðis sum landsstýrið ætlar. Felagið er heldur ikki samt við landsstýrið um, hvussu nógvar barnaverndir skulu vera

Barnavernd

Barnaverndirnar kring landið skulu framvegis vera kommunalar. At taka eitt øki frá kommununum og leggja tað undir landið, er tann øvugta verð.
Tað heldur Kommunusamskipan Føroya, sum er felagið hjá teimum seks størstu kommununum í landinum og Kirkjubøar Kommunu.
Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at felagið er heldur ikki samt við landsstýrið um, hvussu nógvar barnaverndir skulu vera.
Nú Almanna- og Heilsumálastýrið hjá Landsstýrinum hevur gjørt eitt álit um, hvussu barnaverndarøkið skal skipast framyvir, er tað sostatt, at Komunusamskipan Føroya, sum umboðar nógv størsta partin av Føroya Fólki, ikki tekur undir við ætlanini.
Almanna- og Heilsumálastýrið mælir til at býta Føroyar sundur í seks barnaverndarøki við hvør sínari barnavernd, sum landið skal velja. Limirnir í teimum nýggju barnaverndunum skulu vera serkøn á ymsum økjum, sum hava vit barnaumsorgan at gera.
Ætlanin var, at Kommunusamskipanin og landsstýrið skuldi hava fund í gjár um ætlanina, men fundurin er útsettur og verður seinni.
Men Jógvan Krosslá sigur, at Kommunusamskipanin tekur hvørki undir við, hvussu nógvar barnaverndir skulu vera, ella, hvussu tær skulu skipast.
?Vit mæla til, at tað verða níggju barnaverndir kring landið, ístaðin fyri tær seks, sum Almanna- og Heilsumálastýrið skjýtur upp.
Afturat teimum seks barnaverndunum í uppskotinum hjá Landsstýrinum, mælir Kommunusamskipanin til, at Suðuroy verður býtt sundur í tvey øki við hvør sínari barnavernd, einari í norðaru helvt og einari í syðru helvt. Somuleiðis mælir felagið til at býta Eysturoynna í tvey øki og at ein barnavernd eisini verður skipað fyri kommunurnar í Sundalagnum.
? Hetta hava vit gjørt fyri at fylgja sundurbýtinum í kommunuálitinum, tí tað halda vit er greiðari, sigur Jógvan Krosslá.
Hann heldur eisini, at hetta fer at trygga, at barnaverndarlimir verða úr so nógvum bygdum sum gjørligt, tí tað heldur hann hevur týdning fyri at vera so nær borgarunum sum gjørligt.
Annars hevur atfinningin ímóti barnaverndunum júst verið, at tey eru ikki serkøn á økjunumog tí ikki hava nóg góðar fortreytir fyri at arbeiða við slíkum málum, ið ofta eru umfatandi og fløkt?
Tað er rætt, men í økisráðunum koma barnaverndirnar altíð at hava sakkunnleikan við hondina.

Skulu vera kommunalar
Men ein tann mest avgerandi munurin ímillum Landsstýrið og Kommunusamskipanina er, at Landsstýrið vil hava, at tað skal verlja barnaverndirnar kring landið.
Hinvegin heldur sær heldur Kommunusamskipanin ikki at tað er rætt at taka barnaverndirnar frá kommununum og leggja tær undir landið.
?Í hesum døgum, har nógv verður tosað um at leggja fleiri og fleiri málsøki út til kommunurnar, er tað øvugt mannagongd at taka eitt øki frá teimum og leggja tað undir landið, sigur hann.
?Tí sigur hann, at í Kommunusamskipan Føroya er hørð mótstøða ímóti at landið nú skal yvirtaka barnaverndarøkið.
Hann vísir á, at tað eru fólk á staðnum, sum kenna umstøðurnar best og tí er tað rætt at varðveita tær kommunalu barnaverndirnar.
Hann heldur, at tað fakliga støðið í barnaverndunum kann tryggjast við at seta økisráð í hvørjum øki, kanska trimum limum í, sum skulu vera serkøn fólk og sum barnaverndirnar kunnu ráðføra seg við.
Ì Suðuroynni mælir Kommunusamskipanin til, at tað verður eitt økisráð fyri alla oynna og somuleiðis í Eysturoy.Hóast barnaverndirnar skulu vera níggjum heldur hann, at tað er nóg mikið við seks økisráðum til at fevna um alt landið.
Felagið heldur, at tað skulu eisini vera kommunurnar, sum skulu velja økisráðini.
Hann vísir á, at øll vanlig viðurskifti hjá børnum eru longu undir kommununum, men hann ásannar tó, at innan barnaforsorg eru nógv viðurskifti, tosast kann við landsstýrið um, men tað er heilt annað mál, heldur hann.