Vilja hava eina lønarhækking sum munar

Vit skulu hava okkara part av kakuni, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum

Nú skulu limirnir í Starvsmannafelagnum hava eina munandi lønarhækking. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í felagnum.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, eru samráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála, slitnaðar, og sostatt er semingsmaðurin komin upp í.

At samráðingarnar eru slitnaðar, ber boð um, at Starvsmannafelagið er um at vera fyri vanbýti, hvat lønarlagnum viðvíkur, sigur formaðurin.

Hann vísir á, at danski tjóðbankin hevur staðfest, at hesi seinastu 6-7 árini, eru lønirnar í Føroyum hækkaðar 2,6 prosent um árið. Her er talan um eina veruliga lønarhækking. Tað merkir, at hetta er tað, keypiorkan er økt, tá ið prísvøksturin er tikin við.

Hinvegin eru lønirnar hjá limunum í Starvsmannafelagnum bara hækkaðar eini tvey prosent um árið hesi seinastu 6-7 árini.

Sostatt mangla 4,5 prosent í, áðrenn limirnir í Starvsmannafelagið hava fingið somu lønarhækking, sum hini í Føroyum.

– Sostatt mangla 4,5 prosent í, áðrenn vit eru komin upp á sama støðið, sum onnur og tað haldi eg, at vit eiga at fáa aftur, umframt eina lønarhækking, sigur formaðurin

Tí halda vit ikki, at tað er annað enn rímiligt, at vit fáa eina nøktandi lønarhækking hesa ferð, sigur Súni Selfoss.

Hinvegin kann hann einki siga um alment, hvørji lønarkrøvini eru, og hvussu nógv partarnir hava nærkast hvørjum øðrum, tí tað hava partarnir avtalað at halda fyri seg sjálvar

Hann vísir á, at aðrir samfelagsbólkar hava fingið góða lønarhækkan frá sitandi landsstýri, men hann leggur afturat, at tað skal vera teimum sera væl unt.

– Eitt nú hevur ein stakur pensjónistur, sum fær 400.000 krónur um árið frá síni egnu pensjón, fingið ein eyka lætta frá landsstýrinum upp á  yvir 2.000 krónur um mánaðin.

– Og nú er tað okkara túrur til at fáa ein part av kakuni, leggur hann afturat.

Og tað kann vera, at hetta verður ein strævin semingsroynd, sum Súni Selfoss sigur, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar.

Tað kanst tú lesa meiri um her: Tað var ikki við okkara  vilja