Vilja hava eina kvinnu í Hvítu Húsini

Flestu amerikanarar halda, at tíðin er komin, til at USA fyri fyrstu ferð kann fáa eina kvinnu í forsetaembætið

USA hevur ongantíð havt eina kvinnu í forsetaembætinum, men sambært einari kanning hjá Siena College Research Insritute halda flestu amerikanarar, at tíðin er búgvin til tess nú.

Ikki minni enn 81 prosent av teimum spurdu siga, at tey kundu hugsað sær at atkvøtt fyri einari kvinnu til forsetaembætið, og av teimum siga meiri enn helmingurin, at Hillary Rodham Clinton, senatorur, eigur at stilla upp.

42 prosent av teimum republikonsku veljarunum halda, at Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, eigur at royna seg, men kortini halda bara 18 prosent av republikanarunum, at flokkurin fer at stilla eina kvinnu upp á næsta valinum, sum verður í 2008. Harafturímóti siga 60 prosent av teimum demokratisku veljarunum, at teirra flokkur eigur at stilla eina kvinnu upp næstu ferð.